Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Námsferð í Suðuroy

(Rúni Heinesen)

Fyri góðum mánað síðan vóru allir næmingarnir á HT á Tekniska Skúla í Klaksvík á eini minniligari námsferð í Suðuroy

25. og 26. september vóru teir tríggir HT-flokkarnir í Tekniska skúla í Klaksvík á námsferð í Suðuroy. HT er tekniska miðnámsútbúgvingin, sum bert kann takast í Klaksvík. Við vóru 60 næmingar og 9 lærarar. Av tí, at so mong vóru við, var neyðugt at leiga tvey hús at gista í. HT3 húsaðist í Jómsborg í Vági, eini snotulig hús niðri við sjóvarmálan, sum dansifelagið eigur.HT1 og HT2 húsaðust í skótahúsinum í Vági, sum liggur beint niðan fyri viðalundina ovast í bygdini. Allar máltíðir og hugnaløtan um kvøldið vóru í skótahúsinum. Henda frástøða millum húsini hevði við sær, at øll máttu ganga nógvar túrar oman og niðan smalar gøtur og nógvar trappur, so tað var ikki sørt, at onkur kendi til andsperri , tá túrurin var at enda komin.
Báðar dagarnar vitjaðu flokkarnir ymisk virki. Tann fyrra dagin varð vitjað í Sirri og á Lemmavirkinum. Seinni um dagin fóru tey flestu ein túr Vestur á Eiðið og gingu niðan við eggini. Har var avbera vakurt,og nógvar myndir vórðu tiknar.
Um kvøldið fóru øll í bowlinghøllina at bowla og eta. Onnur helvtin át, meðan hin bowlaði, og so varð skift um. Aftaná savnaðust øll í skótahúsinum til kvøldsetu. Evnið á kvøldsetuni var skaldið Pól F. Joensen. Næmingar høvdu verið í bólkum og fyrireikað framløgur um yrkingar, seggjasøgur og ævisøgu Pól F. Eisini sungu tey sangir hjá Pól. F, sum tey høvdu lært seg eftir fløguni hjá Hanusi G. Johansen. Seinni vístu HT2arar “bungee jumping” við eggum bundin í eitt elastikk. Tey høvdu roknað seg fram til, úr hvørjari hædd eggini skuldu falla uttan at nema við gólvið. Tað var sera spennandi, og einki egg brotnaði! Tveir næmingar høvdu føðingardag á túrinum, so meðan kvøldsetan var, var kaffi og lagkøkur á borðinum og væl smakkaði.
Morgunin eftir var skipað fyri postarenning. Næmingarnir vóru í bólkum, sum kappaðust sínámillum. Tey runnu millum 10 postar og samstundis skuldi hvør bólkur gera eina yrking.
Kl 13 fóru øll við bussum avstað, HT1 og HT2 til Hvalbiar at vitja í kolanáminum og HT3 til Tvøroyrar at vitja bygningarnar hjá Mortensen. Ann Kristin Thomsen tó ímóti og vísti runt, meðan hon greiddi frá. Hon var sera blíð og tíðindafróð og bjóðaði næmingunum at hugna sær í ungdómshúsinum, meðan tey bíðaðu eftir Smyrli.
Kl 15.30 sigldi Smyril av Tvøroyri, og á ferðini norður til Havnar vóru vinnararnir kosnir fyri postarenningina, bungee jumping og bestu yrkingina. Hetta var bæði spennandi og skemtiligt og ein góður endi á einum góðum túri.
Brot úr yrking hjá nøkrum næmingum: 

Dagurin byrjaði við postarenning,
Á denn flenning.
Vit gjørdu mangt og hvat,
pílaskjóting og vatn í eitt fat.
Vit gjøgnum suðuroyar gøtur gingu
við yrking í hond og sveittan fram fingu.
Vit í Suðuroy høvdu ein góðan túr,
nú fara vit umborð á Smyril at fáa okkum ein lúr.

HT, Tekniski skúlin í Klaksvík