Fríggjadagin 4. november var kunnandi fundur fyri dagstovnaleiðarar í Norðoyggjum. Tað var Hildur Patursson, fulltrúi í mentamálaráðnum, sum hevði lagt leiðina til Klaksvíkar, har hon kunnaði um námsfrøðilig stevnumið fyri dagstovnar, sum vórðu sett í verk í farnu viku. Tað er ásett í dagstovnalógini frá 10. mai 2000, at landsstýrismaðurin skal áseta reglur fyri námsfrøðilig stevnumið.
Brot úr Námsfrøðiligu stevnumiðnum:
– Børn hava rætt til eitt pedagogiskt umhvørvi við áhugaverdum innihaldi, sum gevur íblástur til spæl og læru, og skal geva børnunum fjølbroyttar møguleikar og avbjóðingar.
Uppgávan hjá dagstovnum er at bjóða børnum undir undirvísingarskyldugum aldri eitt trygt, mennandi, avbjóðandi og læruríkt umhvørvi, sum er fyri barnsins besta.




