Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Námsfrøðingar til dagstovnar í Eysturkommunu

Eysturkommuna

Námsfrøðingar til Frítíðarheimið í Leirvík
Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum at byrja 7. august 2017.

Talan er um størv á ávikavist 23 tímar og 20 tímar um vikuna.

Frítíðarheimið er ein stovnur fyri børn, sum ganga í Skúlaspíranum, 1. og 2. flokki.

Okkara uppgáva er at skapa góðar og tryggar karmar fyri hesi børn aftaná loknan skúladag.

Umsóknarfreistin er mikudagin 14. juni 2017.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til leiðaran, Honnu E. Olsen, tlf. 730053

Námsfrøðingar til Brúsa
Søkt verður eftir 5 námsfrøðingum at byrja 7. august 2017.

Talan er um størv á ávikavist 35, 30, 25, 22 tímar um vikuna, umframt 1 tíðaravmarkað starv frá 7. august 2017 til 31. januar 2018 á 35 tímar um vikuna.

Brúsi er ein dagstovnur til børn í aldrinum ½ til 6 ár. Í Brúsa arbeiða vit við barnsins persónligu menning, sosialu førleikum, málsligu menning, kroppi/rørslu, náttúru, mentan og list.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 16. juni.

Les meira um starvið og send umsókn á netinum á www.starvsportal.fo