Søkt verður eftir 1 námsfrøðingi 30 tíma viku, at byrja 15.august 2014 ella eftir nærri avtalu.
Stovnurin er normeraður til 84 børn í aldrinum 0 til 7 ár. Tað eru 3 barnagarðsstovur og 2 vøggustovur. Tann ið settur verður hevur allan stovnin sum sítt arbeiðsøki.
Vit vilja hava :
· at tú hevur áhuga at vera saman við børnunum, inni sum úti og geva teimum nakrar spennandi og mennandi avbjóðingar / upplivingar og ein innihaldsríkan gerðansdag.
- at tú vilt verða ein partur av menningini av stovninum
- at tú vilt virka undir og saman við leiðsluni
- at tú ert opin fyri nýhugsan og broytingum
- at tú ert ein góður samstarvspartnari
- at tú kanst arbeiða ímillum 7.30 og 17.15
Vit kunnu bjóða :
- ein stovn í menning
- upplivingar og avbjóðingar frá og við børnum, starvsfólkum og foreldrum.
· at arbeiða sjálvstøðugt.
Tú kanst fara inn á heimasíðuna www.margretha.fo og lesa meira um okkum.
Lønar- og setunarviðurskiftir eru eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og er lønarsatsurin 11 / 19 .
Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Umsøkn við avritið av prógvi og møguligum viðmælum verða at senda til :
Dr. Margrethu Barnagarð
Gerðagøta 14,
Fo- 700 Klaksvík
Í seinasta lagi sunnudagin 20. juli 2014. Setunarsamrøður verða um mánaðar skiftið juli / august.
Meira fæst at vita um starvi við at ringja til leiðaran Marjuna Lassen ella varaleiðaran Diana Bertholdsen á tlf. 455557.




