Á tunnilsdegnum leygardagin fer Naomi Cosmetics at selja alla sína rest goymslu í eini Pop Up útsølu. Hendan útsølan verður í Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvík, yvirav Effo har Summardáin helt til áður.
Tað er Klaksvíkingurin Rói Clementsen sum hevur havt handilin Naomi Cosmetics, sum helt til í Tórshavn og sum nethandil. Rói valdi seint í 2018 at gevast við handlinum, og fer nú at selja goymsluna í Klaksvík.
Vit koma at selja alt tað vit hava eftir fyri spott prís. Tað umfatar vørur frá stórum merkjum sum Smashbox, Glamglow og okkara egnu Charcoal Tannbleiking. Men eisini verður ymiskt innbúgv, prýðislutir og telduútgerð seld.
Øll eru hjartaliga vælkomin framvið okkara útsølu, sum minnir mest um ein loppumarknað millum kl. 10-20. Sigur Rói at enda.




