Froja og Sarah hava júst útgivið sjónbandalag til sangin Når Julemanden Går á teirra YouTube-kanal.
Tíðindaskriv: Froja og Sarah hava júst útgivið sjónbandalag til sangin Når Julemanden Går á teirra YouTube-kanal.
Upptøkurnar eru gjørdar í Medley Studios. Stuttligt er at nevna, at dagin fyri var Justin Bieber í somu upptøkuhølunum. Nærum alt alt, ið navnframi sangarin nam við í hølunum, skuldu gentirnar sjálvandi eisini nema við og framleiðarin var til forhoyr av gentunum.
Sangirnir Når Julemanden Går, og ein karaoke-útgáva, verða tøkir á øllum stroymingtænastum (td. iTunes, Spotify, Tidal) mándagin 28. januar.
Sangurin Venner, ið genturnar góvú út miðjan oktobur, nærkast 40.000 avspælingum á YouTube, so áhugin fyri gentunum er ovurstórur.
Froja & Sarah spæla tvær jólakonsertir 3. og 17. desembur í WAVES, har nýggi jólasangurin sjálvandi eisini verður framførdur.
Sosialu miðlar:
https://www.instagram.com/froja_og_sarah_mgp_2016/
https://www.facebook.com/Froja-Sarah-MGP-2016-137924936564602/




