Hóast Ægir endaði samanlagt á næstaftasta plássi so var okkurt at fegnast um
Hjá Ægir gekk hampuligt í Unglingameistarheitinum 2004, sum var hildið í Klaksvík seinasta vikuskiftið. Ægir gjørdist næstaftast, men tíðirnar vóru góðar og eitt nú vann ungi og evnaríki svimjarin Bjarni Petersen
eitt bronsu, sum má sigast at vera sera gott.
Stóri medaljuslúkarin hjá Ægir gjørdist Natiali Reinhardt við heilið 18. heiðurstekin, 7 gull, 4 silvur og 13 bronsu. Rúna Joensen vann 2 silvur og 6 bronsu. Bjarni Petersen vann eina bronsu og stafettin hjá gentunum
vunnu bronsu, í stafettini svomu, Rúna, Natalia, Karla og Edit.
Heldur Ægir fram við hesari gongdini, gongur ikki so long tíð, til vit aftur fara at síggja Ægir í betra endanum á stigtalvuni. Men til tað krevst venjing og aftur venjing. Tann, ið venur mest, vinnur flest.
SáH




