Komandi fríggjakvøld verður náttargudstænasa í Glyvra kirkju.
Ein slík gudstænasta varð hildin fyrstu ferð í Glyvra prestagjaldi fyri einum árið síðani, og undirtøkan var góð. Undir gudstænastuni verður umframt sálmasang, bíbliulestur, ein kvirra, ið eisini hevur myndað tónleika-andaktirnar í prestagjaldinum hesi seinatu árini. Undir kvirruni ljóðar stillur meditativur urgutónleikur í kirkjurúminum í nakrar minuttir, meðan fólk kunnu biðja eina bøn, gruna um bíbliutekstirnar, tey júst hava hoyrt, lata kirkjurúmið tala ella savna hugnámini frá degnum, ið nú legur saman hendur. Fríggjadagin 2. februar er Kyndilsmessa. Kyndilsmessa var hildin til minnis um vitjanina hjá Mariu moy í halgidóminum eftir føðingina. Henni til minnis og barninum til heiðurs vóru kertur og kyndlar tendrað, og av tí kemur navnið missa candelarum. Latínska orið candele merkir vaksljós. Undir náttargudstænastuni á Kyndilsmessu verða sjey ljós tendrað, eitt fyri hvørja bøn, ið leikfólk lesa. Kór Glyvra kirkju, ið hevur lagt seg eftir at syngja Dávidssálmar í gomlum, enskum reciterandi stíli, fer at syngja 23. sálm hjá Dávidi. Eisini fer ein kvinnutrio at syngja tveir sangir. Náttargudstænastan byrjar kl. 22.




