Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Náttúrligt at leggja TAKS í Klaksvík

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, sigur at kanningar eru nú settar í verk at meta um býráðshúsið er egnað til umsitingina hjá TAKS í norðurøkinum

Spurningurin um hvar TAKS skal húsast í norðurøkinum hevur ligið óloystur líka síðan Báður Nilsen avgjørdi at seta nýggjan bygnað í verk fyri TAKS

– Tá var ætlanin at leggja TAKS í ein nýggjan umsitingarligan bygning í Norðagøtu – men tá hendan ætlan datt niður fyri hendi ikki meira í málinum.

– Eg havi umhugsað hvørjir møguleikar eru og helt tað var vert at kannað um ikki møguleikar vóru í Klaksvík.

– Vit hava spurgt okkum fyri hjá Klaksvíkar Býráð og hava fingið bjóða býráðshúsið  – og tað fara vit nú at kannað.

– Eg haldi ikki tað er rætt at leggja nýggju deildina hjá TAKS í Runavík, tí tá Skálafjarðartunnilin kemur – liggur Runavík sera nær Havnini.

– Klaksvíkin hevur tørv á øðrum arbeiðsplássum enn bara teimum, sum hava relatión til fiskivinnuna og tí haldi eg tað verða sera gott hugskot at savna ein part av umsitingini hjá TAKS í Klaksvík.

Fingið tilboð úr Runavík
Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum váttar, at síðani tað frættist at TAKS kannar umstøðurnar í Klaksvík – er komið eitt sera gott tilboð úr Runavík.

– Vit hava eftirfylgjandi fingið eitt sera gott tilboð um hølir í Runavík men nú fara vit fyrst at kann møguleikarnar í Klaksvík, sigur Jóannes Eidesgaard sum undirstrikar at enn er eingin endalig avgerð tikin og enn er eingin kostnaðarmeting gjørd.