Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Navia gjørt troyggjur til Summar Festivalin

SF

Navia hevur framleitt lættar troyggjur til Summar Festivalin

Aftur í ár ber til at ogna sær snøggar troyggjur, sum eru gjørdur til Summar Festivalin. Í ár er tað Navia, sum hevur framleitt løttu troyggjurnar, ið fáast bæði til kvinnur og menn.

Troyggjan til kvinnur er at fáa í svørtum og hvítum. Troyggjan til menn er at fáa í svørtum og ljósagráum.

Eisini fæst ein Summarfestival húgva í svørtum.

Summarfestival troyggjurnar og húgvan eru at fáa í básinum hjá Navia á Summar Festivalinum. Básurin stendur við Norðoya Sparikassa oman móti tjaldøkinum.