Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at tað er ein lítil møguleiki fyri eini millumlandaavtalu við ES um størri kvotu hvør hjá øðrum.
Atlantic Navigator er á Klaksvík og leggur 1200 tons av surimi upp og eini 290 tons av fiskamjøli. Alt verður uppskipað norðuri í Ánunum og tað eru Skipafelagið og NFCS, ið standa fyri landingini og fluttninginum av fiskinum.
Í dag fríggjadagin á miðdegi skuldu teir mynstra umborð á Atlantic Navigator og síðani verður farið aftur til fiskiskap seinnapartin. Yvir 100 fólk fara við hendan túrin og leiðin gongur helst í altjóða sjógv vestur úr Írlandi onkustaðni at fiska. Men tað er kanska ikki heilt ómøguligt, at Navigator og hinir svartkjaftabátarnir sleppa aftur í ES sjógv hendan túrin.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at fundur er avtalaður ímillum Føroyar og ES um størri kvotu hvør hjá øðrum í svartkjaftahøpi. Eg kann tó onki siga enn um hetta fer at eydnast okkum í ár. Trupulleikin er nevniliga at tað er ligið langt út longu og svartkjafturin gongur ímóti okkara øki. Um ein avtala ikki kann fáast við ES heilt skjótt, so haldi eg ikki at ein slík hevur áhuga hjá okkum í ár, tí vit tá fáa ov lítið burturúr avtaluni. Men ein roynd verður gjørd, so vit fáa at síggja um vit fáa kabaluna at ganga upp saman við ES í ár.
Norðlýsið í fjørðinum
Tá Atlantic Navigator kom aftur henda túrin og sigldi norður ígjøgnum Fjørðin, vóru vit og tóku ímóti við myndatóli okkara. Veðrið var ikki av tí besta einir 20 metrar um sekundið av útnyrðingi, men vit fingu nakrar góðar myndir við vælvild frá brúnni av Atlantic Navigator, og tað takka vit teimum fyri.




