Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Navigator fingið sítt heim í Klaksvík

Norðlýsið

Atlantic Navigator hevur livað eina skiftandi tilveru, men nú hevur skipið funnið ein heimstað í Klaksvík, segði Kjell Inge Røkke, tá Atlantic Navigator kom til Klaksvíkar sunnudagin

Norski vinnulívsmaðurin, sum hevur sett nógvar pengar í projektið við Næraberg og nú Atlantic Navigator, trýr fult og fast upp á, at tað fer at bera til at framleiða svartkjaft til matna umborð á Navigator.

Í Føroyingar eru heimsins bestu fiskimenn, og eri fegin um, at Atlantic Navigator nú hevur fingið eitt heim í Føroyum, segði Røkke.

Hann heldur, at Atlantic Navigator fer at fáa stóran týdning fyri føroyska samfelagið og fer at vera slóðbrótandi, tá tað ræður um virking av fiski.