Eftir at kavari hevur hugt at botninum á Navigator er greitt at hol er frammi undir forpikkinum
Kavari frá Faroe Dive, umboð fyri tryggingarsambandið, umboð fyri Røkka og aðrir góðir menn vóru á bryggjuni í morgun.
– Tað er staðfest at hol er á botninum har frammi og botnpláturnar har skannararnir sita til ymiska útgerð eru trýstar inn.
– Eisini eru nógvar buglur á botninum, og nú fara vit so at kannað longri afturi á skipinum, tí tá skipið gjørdist leyst rak skipið við reyvini upp á land.
Sum Norðlýsið skilir vóru teir í ferð við at royna umstillingina, sum vanligt er tá skipið kemur í Havn, men bráddliga fór motoruin í fulla ferð fram og hóast roynt var at steðga maskinuni á ymiskan hátt bar einki til. Heldur ikki tá trýst varð á neyðstopp knøttin hendi nakað. Endin var at skipið silgdi við 12 míla ferð upp á land á Kunoyarnesi.
Tað er lítil ivi um at skipið noyðist í dokk at umvæla skaðarnar og hetta kann ikki gerast í Føroyum, tí skipið er ov stórt til turrdokkina á Skála.




