Tónleikafelagið í Klaksvík hevur skjótt 6 ár á baki og ynskir sær eitt tíðarleyst navn.
Freistin at læta inn uppskot er fríggjadagin 20.des. kl 12. Til:
Tónleikafelagið í Klaksvík
Pb 173, FO 700 Klaksvík
Sendið navnauppskot saman við frágreiðing, og merki brævbjálvan “Navnakapping”.
Navn á luttakara skal ikki skrivast á navnauppskotið ella frágreiðingina, men leggjast í
ein annan afturlatnan brævbjálva, saman við uppskoti og frágreiðing.
Nýggja navnið verður kunngjørt á konsertini, sum
Tónleikafelagið skipar fyri, í Spaniastovu 28.des.
Tá verða eisini virðislønirnar lætnar:
1. virðisløn á kr 4 000 –
2. viriðsløn á kr 2 000 –
3. virðisløn á kr 1 000
Tónleikafelagið í Klaksvík takkar fyri stuðulin frá :
Betri Banki, TTS, HEY, NS


