Tað tykist púra greitt, hvørjum Ndende fer at spæla við í 2016.
Tað tykist bara vera spurningur um tíð, áðrenn skiftið er alment.
Ndende A. Guéye spældi við TB í 2013, men tá TB flutti niður sama ár, so skifti Ndende til KÍ í 2014. Í KÍ var hann valdur til ársins leikara í 2014, men í ár hava avrikini verið meira óstøðug.
Sambært álítandi keldum hjá Norðlýsinum, so hevur Ndende gjørt eina avtalu við TB sum ger, at hann fer aftur til TB at spæla í 2016. Sostatt verður dysturin leygardagin móti EB/Streymi tann seinasti hjá Ndende í KÍ.




