KÍ vann kappingina um Ndende, ið verður KÍ leikari næstu tvey árini.
KÍ vann kappingina um Ndende, ið verður KÍ leikari næstu tvey árini.
KÍ formaðurin Tummas Lervig boðaði í Norðlýsinum í seinastu viku frá, at KÍ arbeiddi við at styrkja seg og málið var at fáa hópin uppá pláss innan nakrar fáar vikur. Sagt bleiv, at serliga bleiv hugt eftir styrki til verjupartin. Í sama blaði stóð, at KÍ var millum liðini, ið royndu eftir 30 ára gamla Ndende Adama Guéye hjá TB. Tað hevur ljóðað, at ÍF, EB/Streymur, B68 og AB eisini hava víst honum áhuga.
KÍ vann kappingina
Nú er greitt, at KÍ vann kappingina um Ndende, sum hevur gjørt tvey ára sáttmála við KÍ. Tummas Lervig, formaður í KÍ, fegnast um fongin yvirfyri heimasíðuni hjá KÍ.
– Vit hava verið í góðum samskifti við TB um Ndende og eru fegnir um at hava fingið ein so góðan leikara í okkara legu komandi tvey árini. Kappingarárið í ár miseydnaðist og í okkara eftirmeting saman við venjarunum hava vit eyðmerkt nøkur pláss, har vit ynskja at styrkja okkum til komandi kappingarár. Ndende er fyrsti styrkurin og hvør veit, um vit ikki hava onkra aðra avdúking á Ársveitsluni leygarkvøldið 2. november á Viðareiði, sigur ein týðuliga spentur Tummas Lervig.
Ndende er spentur uppá uppgávuna, sum liggur fyri framman.
– KÍ er eitt stórt felag og eg vil vinna Føroyameistaraheitið við KÍ. Vit eiga at mynda toppin av føroyskum fótbólti og eg fari at gera mítt til, at KÍ áskoðarar aftur kunnu fegnast um KÍ í oddinum, sigur Ndende. Senegalesin fer av landinum í dag og verður aftur í Føroyum, tá venjingin hjá KÍ byrjar.
Ndende hevur leikt 152 dystir í Effodeildini og skorað 22 mál. Umframt TB í ár, so hevur hann umboðað B68 í 5 ár. Hann hevur altíð spælt minst 25 dystir, so talan er um ein leikara, ið vanliga ikki missir nógvar dystir eitt kappingarár.
Ndende kann brúkast á nógvum plássum, men er oftast brúktur sum verjukendur miðvalla leikari, meðan hann eisini til tíðir spældi í miðverjuni hjá B68.




