Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nei, hann má ikki detta – tað siga øll…

Txt: Oliver. Myndir:Janus Hansen

Framburðsfólk hevur altíð verið her. Undir krígnum tóku nakrir ungir menn seg saman at bøta um svimjimøguleikarnar í Klaksvík. At svimja á sjónum alt árið, er ikki nakað nýtt, tað gjørdu teir eisini tá, teir svumu nevniliga hvønn dag í árinum. Tað var morgunin sum bleiv brúktur til tað.

Fyri at gera svimjingina á sjónum meira áhugaverda, settu teir upp stabban á Hellisenda, har teir kundu stinga eitt bretti í og brúka tað til lopfjøl út í brotini. Teir høvdu sjálvandi eisini svimjuhylin úti í Grøv, men hetta stóra tiltakið við at gera ein stabba á Hellisenda er óivað sprottið úr, at menn eru komnir víðari, hava lært at svomið væl, bæði úti í Grøv og á sjónum, og nú vildu teir inn í eina nýggja avbjóðing, sum var at kava frá “springfjøl” inn í aldurnar við Hellisenda.

Men nú stendur stabbin, um at fara í søguna. Sjógvurin hevur grivið nógv inn undir stabban, so tað sær út til, at hann skal fara í eini komandi ødn.

Øll, sum Norðlýsið hevur spurt um stabban siga, “Nei, hann má ikki fara”, men harfrá, hvussu gera vit, tí tað er væl eitt tak frá “vit”, um stappin skal standa eisini til komandi ættarlið.

Myndirnar eigur Janus Hansen.