Vit føroyingar vilja við hesum mótmæla at Føroya løgting og Landsstýri loyva hernaðarútgerð og kjarnorkuriknar kavbátar inn á okkara firðir og havnir, og krevja at løgtingsins samtyktir um uttanveltaða støðu okkara til hernaðarsamgongur verða virdar og hildnar.
Tá løgtingið kemur saman til heystar at umrøða evnið, verða undirskriftir latnar Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkismálum.



