Í kjakinum um føðideildir hevur “fakligheitin” ferð eftir ferð ført fram, at londini uttan um okkum sentralisera sínar føðideildir. Seinastur í røðini var føroyskur lækni í Danmark, higartil einasti, í aktuella læknabólkinum, ið sum skilst hevur lagt navn til treytir fyri heimkomu. Hann átekur sær tó offurleiklutin við at nevna seg “serlækna í sjálvbodnari útlegd.”
Í Danmark føða kvinnur síni børn ymsastaðni. Kanning vísir, at 2,300.000 danir búgva styttri enn 10 km. frá, har teir vóru føddir. Tað er rætt, at nøkur føðistøð eru niðurløgd, men tað er eisini rætt at alsamt fleiri kvinnur velja at eiga síni børn heima við hús – heilar 600 seinasta ár. Tær flestu føða sjálvandi á sjúkrahúsi ella føðiklinikkum, sum eru alsamt fleiri í tali um alt landið, og oftast bert mannaðar við ljósmøðrum. Dentur verður lagdur á, at leiðin til føðideildina ikki er long, tí trygdin hjá móður og barni skal altíð setast í hásæti. Føðistøð við minni enn 2000 føðingum um árið, koma undir heitið “små fødesteder” og har verða krøv sett um uppraðfestingar. Í Danmark er tað eitt krav, at barnalækni er á sjúkrahúsum við føðideild.
Sjúkrahúsið á Bornholm hevur minstu føðideild í landinum, og tað gevur starvsfólkunum serligar avbjóðingar. Har eru um 250 føðingar árliga, og starvsfólkið á deildini fær tí ikki neyðugu erfaringarnar, men tí hava myndugleikarnir funnið útveg fyri. Sjúkrahúsið sendir eftir tørni ljósmøðurnar á Ríkissjúkrahúsið eina ferð árliga. Har luttaka tær í arbeiðinum á føðideildini, fáa praktiska erfaring og síggja kompliseraðar tilburðir á landsins nógv størstu føðideild. Her samla tær fleiri royndir enn á nøkrum skeiði, verður sagt. Samstarvið við Ríkissjúkrahúsið merkir, at lokala sjúkrahúsið kompenserar fyri støddina á deildini. Deildin má vera har, og uppdateringin verður støðugt fylgd upp.
Viborg Sjúkrahús, við 2ooo føðingum árliga, verður roknað sum eitt av smáu føðistøðunum. Ein miseydnaður tilburður í 2004 endaði við dómi fyri kortum, har mamman fekk viðhald , og staðfest var, at personalið á føðideildini hevði gjørt eitt mistak, sum førdi til, at annar tvíburðurin doyði og mamman var í lívsvanda, tí hon m.a. hevði mist 4-5 litrar av blóði. Á Viborg sjúkrahúsi vórðu síðani sett tiltøk í verk fyri at bøta um trygdina. Sagt verður m.a., at nú eru altíð 2 ljósmøður til staðar, tá talan er um tvíburðar, og børnini verða oftari skannað undir føðingini, enn vanligt var fyrr.
Landssjúkrahúsið er eitt ógvuliga lítið føðistað, sjálvt um tað er okkara størsta. Tað hevurneyvan førleikan at geva starvsfólki neyðugu royndirnar, sjálvt um barnakonur úr Norðoyggjum og úr Suðuroy vera taldar við. Men spurningurin er, um transportur til Havnar til kanningar og føðingar ikki kann seta barnakonur í størri vanda, enn føðing í heimliga umhvørvinum ger. Fyritreytin fyri tryggleika har er bert ein spurningur um politiskan vilja til eina natúrliga uppgradering av føðideildunum á okkara sjúkrahúsum.
Óvanliga arrogantur, og ikki sørt kyniskur, ljóðar serlæknin í útlegd, tá hann m.a.sigur : “ Tað er eyðsæð, at allir akuttir og álvarsliga sjúkir kirurgiskir og medisinskir sjúklingar skulu ávísast beinleiðis til LS. Harafturat er tað eyðsæð, at allar kvinnur skulu eiga á LS og harafturat skulu øll akutt sjúk børn og allir traumesjúklingar tvs. álvarsligt skaddir sjúklingar beinanvegin flytast á LS. Vegakervið er gott mesta staðni í landinum. Har ikki er koyrandi, kann ein vælvirkandi tyrlutænasta byggjast út, eins og man hevur gjørt í hinum Norðurlondunum. Harafturat eru eisini væl útgjørdir bjargingabátar komnir til landið seinni árini. Sjúkraflutningstænastan má útbyggjast, og hetta er eisini í tráð við gongdina í grannalondunum,” heldur ungi serlæknin í útlegd.
Hetta uppskot frá “serfrøðini” kann undra, tí neyðuga uppraðfestingin av føðideildum á føroyskum sjúkrahúsum er klárt betra loysnin, bæði tá umræður heilsuvernd fyri móður og barn og tá hugsað verður um útbygging av okkara heilsuverki – og so er hetta ivaleyst eisini væl bíligari.
OJ




