Umboð frá kvinnubólkinum hjá Neistanum vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini um, at kvinnurnar hjá Neistanum skifta venjara undan teimum báðum FM finalunum, sum vera spældar hesa vikuna.
Venjarar hjá Neista kvinnunum hetta kappingarárið hava verið Palli Joensen og Flemming Raben. Við teimum sum venjarum vann Neistin steypafinaluna móti Kyndli, og liðið hevur fyri langari tíð síðani spælt seg í FM finalurnar, sum vera spældar hesa vikuna. Men nú ljóðar, at Neistin fer at skifta annan av venjaranum undan finalunum. Leysasøgur ganga um, at Palli Joensen ikki er venjari hjá Neistanum longur av ókendum orsøkum. Sum skilst verður Sigrun Mikkelsen ístaðin venjari saman við Flemming Raben til FM finalurnar, men hetta hava vit ikki fingið endaliga váttað enn.
Jógvan Højgaard, sum situr í kvinnubólkinum hjá Neistanum, sigur, at hann ikki hevur nakra viðmerking í løtuni til, um hald er í at ein venjarabroyting er ella verður gjørd undan FM finalunum. Hann sigur tó so mikið, at kunningarskriv helst verður sent út seinni. Sostatt bendur okkurt á, at hald er í søguni.
Neistin spælir fyrstu FM finaluna í morgin móti Kyndli.




