Neistin var betra liðið í kvøld, og tí tapti Stjørnan 24-20 í dystinum í Havn.
Tað sýnist sum um, at kvinnuhondbólturin er í framgongd. Dystirnir ímillum fremstu vinnuliðini gerast alsamt tættari og tættari, og í kvøld var Neistin klárt betra liðið, í dystinum ímóti Stjørnuni í Havn.
Stjørnan megnaði ongantíð at fáa sítt spæl at glíða og frá Stjørnusíðuni var dysturin merktur av nógvum brendum málmøguleikum og villum annars. Men vit koma utta iva sterkt aftur. Tillukku Neistin.
15 minuttir farnir av seinna hálvleiki:
18-17 til Neistan í hálvum seinna hálvleiki
Tað gongur javnt á í hondbóltsdystinum í Havn, tó er Stjørnan fyri tað mesta við undirlutan.
Nú 15 minuttir eru farnir av seinna hálvleiki, er støðan 18-17 til Neistan. Frá heimildarmanni okkara frætta vit, at Stjørnan brennir alt ov nógvar upplagdar møguleikar, men at spæli hjá Agne í Stjørnumálinum vigar tungt uppímóti villunum hjá álopinum.
Hálvleikur:
Hálvleiksstøðan 11-10 til Neistan
Tað gekk javnt á í hondbóltsdystinum í Havn ímillum Neistan og Stjørnuna, men Neistin er frammanfyri.
Dysturin ímillum Neistan og Stjørnuna er sera spennandi og eftir at hava verið afturút við fýra málum móti einum, hevur Stjørnan so spakuliga ment seg. Eitt skiftið var javnleikur, men fyrri hálvleikur endaði tó við 11-10 sigri til Neistan. Vit frætta úr Havn, at Agne hevur staði ein branddyst.
17. minuttir leiktir:
Stjørnan hálar seg inn á Neistan
Tað hevur gingið betur hjá Stjørnuni seinastu minuttirnar ímóti Neistanum.
Aftana eina periodu har einki bar til, hevur Stjørnan nú seinastu fimm minuttirnar vundið seg upp á javnleik 5-5 í dystinum ímóti Neistanum í Havn.
12. minuttir leiktir:
4-1 til Neistan eftir 12 minuttir
Stjørnan leikar í løtuni dyst ímóti Neistanum, og tá 12 minuttir vórðu leiktir, vóru stjørnukvinnurnar aftanfyri 4-1
Heimildarmaður okkara í Havn sigur, at spælið hjá Stjørnuni hevur als ikki fungerað. Tær skorað ikki upp á møguleikarnar og harafturat hava nógvar villur verið.
Tá bert 6 minuttir vóru leiktir, fekk Anna Kristina Samson reyða kortið frá dómarunum.




