Lagt er upp til ein spennandi dyst, tá Stjørnan sunnudagin tekur ímóti Neistanum
Eftir minni góð avrik móti VB og H71 komu stjørnukvinnurnar aftur á slóðina, tá tær seinasta vikuskifiti leiktum móti Kyndil, sum er ein av FM kanditatunum. Serliga í seinna hálvleiki vísti Stjørnan gott spæl og stríddust væl, so at vónirnar eru góðar um eitt gott úrslit móti Neistanum sunnudagin. Seinast liðini hittust, vann Stjørnan 24-21. Tað hevur eisini gingið betur hjá sigursvanda Neistaliðnum í seinastuni. Í vikuni vunnu tær nakað óvæntað móti Kyndil.
Sostatt er lagt upp til ein spennandi dysti í KÍ-Høllini sunnudagin. Dysturin byrjar kl. 15.00.



