– Tað er hugaligt hjá okkara dugnaligu starvsfólkum at sleppa at vera við til at innrætta ein so týdningarmiklan og snotiligan bygning. Tað sigur Christan Nagata, stjóri í Nema, sum hevur veitt alt innbúgvið í nýggja heiminum við Vágna, sum varð handað landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, herfyri.
– Tað er hugaligt hjá okkara dugnaligu starvsfólkum at sleppa at vera við til at innrætta ein so týdningarmiklan og snotiligan bygning. Tað sigur Christan Nagata, stjóri í Nema, sum hevur veitt alt innbúgvið í nýggja heiminum við Vágna, sum varð handað landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, herfyri.
Heimið við Vágna í Klaksvík stendur nú liðugt og klárt er at flyta inn. Búfólkini eru so smátt við at koma upp á pláss í rúmligu kømrunum. Og tá tey seta seg í hugnaligu uppihaldsstovuna at njóta vakra útsýnið yvir Vágna, er tað í stólum og sofum, sum eru sniðgivin og framleidd serliga til endamálið.
Alt innbúgvið er serframleitt til júst røktarheim. Hetta merkir, at í allari prosessini verður hugsað um bæði búfólkini og um tey, sum starvast á heiminum. Tey, sum búgva á røktarheimum hava stundum tørv á serligum innbúgvi, og bæði stólar, borð og sengur á heiminum við Vágna eru gjørd við hesum í huga.
Umframt at stólar og sofur eru góð at sita í og eisini løtt at reisa seg úr aftur, eru tey løtt at fáast við hjá starvsfólkunum. Til dømis eru hjól undir tveimum av fýra stólabeinum, soleiðis at lætt er at flyta stólarnar. Stólar og borð eru framleidd úr massivum eikitræ við rundaðum kantum og hornum, og eru gjørd so at tey ikki koppa so lætt. Borðini eru sniðgivin soleiðis, at fólk í koyristóli eisini sleppa til borðs.
Sengurnar hava eitt heimligt snið og eru góðar at liggja í, samstundis sum tær at góðar at fáast við hjá starvsfólkunum:
-Við serframleiddum madrassum nøkta sengurnar tørvin hjá búfólkunum, samstundis sum starvsfólkini hava bestu arbeiðsumstøður, tá búfólkini skulu hava hjálp ella røkt, sigur Ólavur Herup Olsen, sum hevur staðið fyri verkætlanini fyri Nema.
Heimið við Vágna er triðja heimið av sínum slag, sum Nema higartil hevur fingið høvi at innrætta seinastu trý árini, so sigast má, at starvsfólkini hjá Nema eftirhondini eru serkøn á hesum øki.
Seinastu árini eru fýra nýggj røktarheim bygd í Føroyum og av teimum hevur Nema latið innbúgvið til røktarheimið á Grønanesi í Vestmanna, Boðanesheimið í Havn og nú Heimið við Vágna.
-Vit hava spesialiserað okkum til at innrætta stovnar og fyritøkur við væl sniðgivnum, ergonomiskum innbúgvi í bestu góðsku, eins og okkara fólk kunnu veita álítandi ráðgeving, tá talan er um slíka innrætting, sigur Christian Nagata.
Norðlýsið hitti Christian til eitt prát, tá almenn móttøka var á heiminum 9. november. Hann greiðir frá, at í tøttum samstarvi við Fuglark og við tey, sum varða av heiminum, hevur Nema staðið fyri arbeiðinum at fáa til vega júst tað innbúgvið, sum hóskar her.
-Hvørt endamál hevur sín serliga tørv. Skúlar hava ein tørv, barnagarðar ein annan og røktarheim aftur ein triðja tørv, tá tað kemur til innbúgv og innrætting. Og so ikki at gloyma innbúgv til skrivstovur, fundarrúm, kaffistovur og móttøkur, til fyritøkur og stovnar.
-Alt hetta kunnu vit bjóða fram í Nema. Vit hava í fleiri, enn 40 ár kunnað bjóðað loysnir til fyritøkur, stovnar og privat, og vit umboða eina ørgrynnu av altjóða merkjum, sniðgvin av kendum sniðgevum, sum Charles Eames, Arne Jacobsen, Piet Hein, Erik Jørgensen, Philip Starck og nógv onnur, sigur Christian Nagata, stjóri í Nema.
Meðan hann errin gekk og skoðaði verkið, nýtti Christian eisini høvið at nevna teir mongu montørarnar, sum í nakrar vikur dagliga hava starvast við at seta upp alt innbúgvið í Heiminum við Vágna. Flestu teirra vóru eisini við, tá barnagarðurin á Fossanesi varð innrættaður í fjør:
-Hesi fólkini eru rættiligir serfrøðingar eftirhondini, sigur Christian, sum heldur, at hetta
ber boð um breiddina í Nema: Er tað ein barnagarður, eitt røktarheim ella okkurt triðja, sum skal innrættast, so duga tey tað!
Fyrsta parkett
Heimið við Vágna liggur ómetaliga væl fyri við útsýni yvir alla vágna. Skuldi ein grind lagt beinini í Klaksvík, kunnu búfólkini fylgja við av fyrstu parkett. Og fáast Erik ella Steintór at snara Stórapalli eitt lítið sindur á, fer at bera til hjá teimum tónleikaáhugaðu búfólkunum at hoyra konsertirnar, sum verða á Summarfestivalinum komandi summar.
Tey kunnu seta seg væl til rættis í nýggju sofunum at njóta tónleikin, meðan vit onnur taka til takkar við standiplássi á Vágsbøi.




