Tað verður NEMA, sum skal menna Borgaragluggan hjá TAKS. Eftir at hugt gjølla eftir tilboðunum frá teimum ymisku veitarunum, var niðurstøðan hjá TAKS, at NEMA hevði besta boðið.
Tað verður NEMA, sum skal menna Borgaragluggan hjá TAKS. Eftir at hugt gjølla eftir tilboðunum frá teimum ymisku veitarunum, var niðurstøðan hjá TAKS, at NEMA hevði besta boðið.
– Borgaragluggin er ein sera spennandi verkætlan, sum vit á TAKS hava lagt nógva orku í. Vit eru errin av, hvussu nógvir KT-veitarar hildu seg framat. Nógv orka er løgd í tilboðini, ið komu inn og tað fegnast vit um, sigur Ann Damgaard, leiðari á KT-deildini hjá TAKS
Á borgaraglugganum verður møguligt hjá borgarum at avgreiða síni viðurskifti við TAKS á netinum.
Eftir ætlan fer NEMA undir at menna borgaragluggan tann 1. mai.
Eftir ætlan verður fyrsta slepping (release) av borgaraglugganum klár í desember 2013.




