Handilshølini verða umbygd, og vøruúrvalið á hillunum broytt. Framvegis eru fólk vælkomin inn á gólvið, eins og framvegis ber til at keypa teldur, printarar, pappír, tónarar og aðrar vanligar vørur, sum Nema hevur selt í meira, enn 60 ár.
Handilshølini verða umbygd, og vøruúrvalið á hillunum broytt. Framvegis eru fólk vælkomin inn á gólvið, eins og framvegis ber til at keypa teldur, printarar, pappír, tónarar og aðrar vanligar vørur, sum Nema hevur selt í meira, enn 60 ár.
– Broytingarnar, sum verða framdar í Nema, verða gjørdar til tess at tryggja vinnuna røttu tænasturnar og kappingarførar prísir. Tað staðfestir Christian Nagata, stjóri.
Nema samtakið kunngjørdi herfyri broytingar í sínum virksemi. Boðað varð frá, at fyritøkan í framtíðini serliga ynskir at fokusera uppá vinnuna og vinnuligar kundar. Í hesum sambandi hava vit hitt Christian Nagata, stjóra, til eitt prát um broytingarnar. Vit spurdu hann, um nýggja strategiin merkir, at privatkundin er sleptur uppá fjall?
– Nei, á ongan hátt, slær Christian fast. Hinvegin fara broytingarnar at gera tað gjørligt hjá okkum at varðveita eitt kappingarført prísstøði og at kunna veita øllum okkara kundum eina enn betri tænastu. Hann sigur, at samstundis, sum Nema frameftir fer at hava fremsta fokus á vinnukundarnar, eru øll onnur sjálvandi eins vælkomnir í Nema, sum áður.
Øðrvísi handilshøli
Handilshølini verða nakað broytt, so tey nú gerast tað, sum á útlendskum máli verður kallað Show-room. Tað vil siga í størri mun framsýningarhøli, enn vanlig handilshøli. Og hóast allar tær vanligu nýtsluvørurnar ikki fara at liggja á hillunum í Klaksvík og í Saltangará, fer at bera til at bíleggja allar vørur. Bíleggingar kunnu gerast antin í handilshølunum, á netinum, innan stutta tíð, og við telefon ella við telduposti. Bíløgdu vørurnar verða síðani sendar kundanum.
Heilsøla og goymsla verða á Smyrilsvegnum í Havn, har eisini ber til at síggja allar vørurnar – alt innan telduútgerð, innbúgv og skrivstovuútgerð.
Umvæla eins og nú
Øll umvæling fer í framtíðini at verða savnað á Smyrilsvegnum. Tey, sum skulu hava teldur og annað umvælt, kunnu antin koma á Smyrilsvegin í Havn ella á Stangavegin í Klaksvík við lutunum. Sum eina nýggja tænastu bjóðar Nema seg nú eisini til at heinta lutir, sum skulu til umvælingar og at levera liðugt umvældu lutirnar til dyrnar hjá kundanum.
– Henda tænasta verður boðin kundum um alt landið. So samanumtikið verður talan um eina uppaftur betri tænastu, enn higartil, sigur Christian Nagata.
Hví broytingar?
Tørvurin á vørum og tænastum innan økini, sum Nema virkar á, broytist, eins og keypsvanarnir hjá einstøku kundunum broytast. Tí er neyðugt hjá fyritøkum sum Nema at fylgja við og broytast við. Til dømis eru fólk farin at keypa á netinum í nógv størri mun, enn áður. Føroyskar fyritøkur eru tí í kapping við fyritøkur um allan heim, og hetta krevur, at tænastur verða lagaðar til broytta marknaðin.
– Fyri at kunna bjóða okkara kundum lægri prísir og betri tænastur, hava vit tí valt at fremja umrøddu broytingar, sigur stjórin í Nema.
Hví skal vinnan vinna?
Broytingarnar, sum verða framdar í Nema, eru kunngjørdar undir yvirskriftini Vinnan skal vinna. Christian Nagata sigur, at skal føroyskt vinnulív vera kappingarført og skapa fleiri arbeiðspláss, er ein fortreyt, at vinnan hevur atgongd til tænastur í Føroyum.
Nema ynskir at veita vinnuni hesar tænastur og Christian Nagata fegnast um at kunna gera hetta, samstundis sum onnur sjálvandi eisini kunnu gagnnýta hettar.




