Nenad Saric ger viðmerkingar til søgurnar um, at hann ikki heldur fram í ÍF.
Ein av royndastu leikarunum hjá ÍF umhugsar í løtuni sína fótbóltsframtíð.
Nenad Saric var tann ÍF leikarin, sum í ár spældi flestar dystir í landskappingini. Hann hevur eisini spælt við ÍF á hvørjum ári líka síðani 2006, so talan er um ein av royndastu ÍF leikarunum yvirhøvur. Tilsamans hevur hann spælt 201 dystir í bestu deildini og skorað 28 mál.
Nenad hevur enn ikki gjørt nakran sáttmála fyri 2016 og í eina tíð hava søgur gingið um, at hann fer ikki at halda fram í Fuglafirði. Nenad sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at hann hevur ikki tikið nakra støðu enn til, hvar hann spælir næsta ár, men vísir á, at hann ikki hevur sáttmála við ÍF næsta ár.
Bæði Skála og B68 eru í leysasøgunum nevnd sum lið, har Nenad møguliga kann enda, um hann ikki heldur fram í ÍF.




