1. apríl 2017 eru 50 ár liðin síðani Nes kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna.
1. apríl 2017 eru 50 ár liðin síðani Nes kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna. Í hesum sambandi verður skipað fyri 50 ára hátíðarhaldi í Tofta skúla leygardagin, 1. apríl.
Á hátíðardegnum verða frásagnir frá, hvussu kommunan bleiv til, og hvussu menningin av Nes kommunu hevur verið hesi 50 árini. Harumframt eru mynda- og filmsframsýningar og kórsangur á skránni. Eisini verður nakað at fáa til matna. Tofta skúli fer at hava evnisdagar í sambandi við 50 ára dagin hjá kommununi, og næmingar fara eisini at vísa fram og framføra á hátíðardegnum.
Í sambandi við runda føðingardagin verður ein bygdasøga útgivin fyri allar bygdirnar í kommununi, Nes, Toftir og Saltnes. Tað er Helgi Jacobsen, sum hevur skrivað bygdasøguna sum er í trimum bindum. Tvey bind eru bygdasøga og eitt bind er ættarsøga.
Útgávudagurin fyri bygdasøguna verður í sambandi við Várdagar, sum Nes kommuna skipar fyri í døgunum frá 29. apríl til 5. mai. Ættarsøgan kemur út seinni í ár.




