Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Netsamskiftið hjá Føroya Tele umskipað

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í longri tíð hevur verið grivið fram við um- og tilbyggingini av Posthúsinum í Klaksvík, sum so skal verða komandi mentanarhúsið.

Talan er um nógvan ymiskar leiðingar og serliga viðkvæmakar leiðingar frá Føroya Tele og FT-net, sum skulu umskipast og umleggjast vegna útbyggingina.


Seinastu dagarnar hava menn í góðveðrinum verið virknir í hesum arbeiði, sum so eisini merkir, at samskiftisnetið verður lutfalsliga óvirkið frá miðnátt í kvøld, mikudag og út á morgunin á vestursíðuni í Klaksvík.


Tá ið hetta arbeiðið er framt, skuldi verið greitt at farið undir graving og byggingini av mentanarhúsinum í Klaksvík, sum vit fegnast um.