Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Netto undirskrivað byggisáttmála við Norðhús

Oliver Joensen

Mánadagin undirskrivaðu Álvur Klakk fyri Netto og Rógvi Josephsen fyri Norðhús undir byggisáttmála um nýggjan bygning til Netto úti í Klaksvík.

Álvur Klakk sigur, at sáttmálin, sum nú er undirskrivaður fevnir um jørð og betongarbeiðið. Norðhús skal gera stoypiarbeiðið av sjálvum bygninginum og harumframt gera stuðlagarð, tún og parkeringspláss.
Roknað verður við at hetta arbeiðið kemur at taka um tveir mánaðir.
Seinni verður so avtalað gjørd um liðugtgerð. Bygningurin hjá Netto verður klæddur við cederviði og gjørdur liðugur í øðrum byggistigi. Væntandi fer tað arbeiðið at taka einar tveir mánaðar afturat, so roknað verður við at Netto kann flyta í nýggja bygningin til várs, ella á leið februar marts.
Alvur Klakk sigur, at talan er um matvøruhandil, men at roknast kann við nógv størri útboði tá nýggju hølini vera tøk.