Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Netverksfundur fyri limir í HR í Føroyum

Tíðindaskriv

Netverksfundurin verður í Føroya Tele, Klingran 3, týsdagin 28. mai kl. 14.30 – 17.00. Føroya Tele bjóðar ábit og annað gott.

Nýggir limir eru altíð vælkomnir. Ein og hvør, ið starvast við HR ella við organisatións- og starvsfólkaviðurskiftum, kann gerast limur við at venda sær til ein nevndarlim ella Onnu Mariu Ellingsgaard við telduposti til a_ellingsgaard@yahoo.com.

 

Skrá fyri dagin

–      Ábit.

–      Jan Ziskason, samtaksstjóri á Føroya Tele, bjóðar HR í Føroyum vælkomnum.

–      Alexandra á Dul, forkvinna í HR í Føroyum, gevur kunning vegna nevndina.

–      Framløga við Evu Skeel Nolsø, HR- og marknaðarstjóra á Føroya Tele. Hon fer at tosa um framtíðar møguleikar og avmarkingar á starvsfólkaøkinum.

–      Kaffisteðgur.

–      Framløga við Bergtóru Høgnadóttur, HR-leiðara hjá SEV. Hon fer at tosa um mynstran í nýggja starvinum og avmynstran á arbeiðsmarknaðinum.

–      Heri Kjærbo, nevndarlimur í HR í Føroyum, tekur samanum.

Við vón um góða undirtøku.

Vinarliga

 

HR í Føroyum,

Anna Maria Ellingsgard, skrivari

Heidi Davidsen, nevndarlimur

Heri Kjærbo, nevndarlimur

Marjun Eystberg, nevndarlimur

Alexandra á Dul, forkvinna

 

UM HR Í FØROYUM

Áhugafelagið varð sett á stovn 21. februar 2019 og fyrsti aðalfundurin hjá HR í Føroyum varð hildin í BankNordik í Tórshavn. Endamálið við HR í Føroyum er, at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í privata og almenna geiranum og í almenna rúminum sum heild. Harumframt at skapa eitt forum fyri fakligum samskifti, samstarvi og íblástri um HR v.m. Í dag eru 45 limir í áhugafelagnum.

 

 

Harleyfacadeacryl