Munurin millum Nevið Reyða og næstu bátarnar var stórur á Eystanstevnu í Runavík í dag.
Nevið Reyða vann við lítlum muni á heimasjógvi á Norðoyastevnu, men í dag var eingin ivi. 8-mannafarið úr Klaksvík vann við áleið tveimum bátslongdum og hevur sostatt fult stigatal fyri tveir róðrar. Knørrur endaði nr. 2 og Argjabáturin nr. 3.
Myndir: KVF (Skíggjamyndir)





