Eisini Fípan Fagra vann sínar róðrar í ódnartøkum í Runavík í dag.
Nevið Reyða hevði skjótastu tíðina av øllum bátunum í dag. Eisini skjótari enn vinnandi báturin í 10-mannaførunum, sum var Eysturoyingur. Nevið Reyða vann allar sínar tríggjar róðrar. Eisini Fípan Fagra við dreingjum vann allar sínar róðrar og sostatt komu tveir sigrar til Klaksvíkar. So vil tíðin vísa, um hetta er eftirfarandi, tá FM stevnurnar vera, tí ódnartøk og FM kappróður er heilt hvørt sítt, hóast tað onkuntíð gevur onkrar ábendingar. Fýra bátar luttóku hjá 8-mannaførum, meðan fimm bátar luttóku hjá 5-mannaførum við dreingjum. Páll Fangi við monnum vann sín seinasta róður, men var aftanfyri Hvessing teir báðar fyrstu róðrarnar. Somuleiðis vann Fípan Fagra viðgentum sín síðsta róður, men endaði á 2. plássi aftanfyriSílið hinar báðar róðrarnar.
Myndina eigur Kristian Eli Zachariassen




