Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nevndarlimur í føroyskum reiðarríði dómdur fyri mafiavirksemið

John William Joensen

Talan er um málið viðvíkjandi norska Ervik-samtakinum og Scanfisk-konsernini, sum rætturin í Hammerfest samanber við organiseraðan kriminalitet

Norska Fiskarriblaðið skrivar í morgun at rætturin í Hammerfest heldur at Ervik/Scanfish sakin líkist organiseraðum kriminaliteti sum ofta handlar um hvítvasking av pengum frá prostutión og narko. Hetta er niðurstøðan av hørðu dómunum og orðunum í dóminum hjá rættinum.
–  Í fleiri førum er besta orði at brúka organiseraður kriminalitetur skrivar rætturin í Hammerfest m.a. í niðurstøðu sínari. Hetta hóast hesi orð vanliga vera nýtt í samband við onnur virkisøkið. Men hvítvasking av pengum, sum komu frá ólógligum handlingum er júst tað sum er eyðkenni í hesari sakini, sigur dómarin Tore Thomassen, sum saman við dómarunum Arild Bjerkli og Dagfinn Nicolaysen brúkar sterk orð um tann umfatandi og systimatiska háttin sum Ervik Havfiske og Scanfish fiskaðu tosk svart og hvítvaskaðu peningin.

Harðir dómar neyðugir
– Sentralt i denne forbindelse står bestrebelsene på å gi inntrykk av ordinær forretningsdrift selv om samtlige tiltalte hele tiden har hatt kjennskap til den ulovlige virksomheden som ble drevet i forbindelse med fiske utenom tildelte kvoter og leveranser utenom brygge- og sluttsedler, sigur rætturin og undirstrikar at her verður neyðugt við hørðum dómum fyri at onnur ikki skulu fáa hug til at royna tað sama.
– Tá týðandi vinnuvirkir í vinnulívinum, sum Ervik-samtakið og Scanfish-konsernin, hava selt fisk uttanum "brygge- og sluttseddelsystemet" sum staðfest er, vísir hetta serliga óhepnan hugsunarhátt mitt í norska vinnulívinum, og kann hetta als ikki góðkennast, skriva dómararnir m.a. í niðurstøðuni.

Organiseraður kriminalitetur
– Rætturin heldur tað verða óakseptabilt at sentralir persónar og feløg í so tíðandi parti av vinnulívinum hava aktivitet uttan fyri tann lógarinnar karmar og kann rætturin best lýsa hetta sum organiseraður kriminalitetur.
– Hetta málið hevur sett alla vinnuna í ringt ljós. Men eisini hevur málið altjóða avleiðingar við tað at altjóða samfelagið kann seta spurnartekin við um norska vinnan arbeiður innan fyri galdandi lóg, sigur rætturin sum undirstrikar týdingin av at uppgeva røttu veiðutølini.
– Her er sterke og tydelige reaktioner av vesentlig betyding, sigur rætturin sum ikki heldur at nakrar umstøður tala fyri linum dómi.

Mikalsen høvuðsmaður
Rætturin er eisini greiður í plasering av ábyrgd. Tað er Scanfish-stjórin Kjell Gunnar Mikalsen sum var høvuðsmaður aftanfyri kriminalitetin. Mikalsen bleiv dømdur at sita tvey ár og tríggjar mánaðar í fongsul. Hettar er tríggjar mánaðar meira enn ákæruvaldi kravdi. Rætturin legði eisini dent á at stjórin skal sita alla tíðina minus ein dag sum stjórin sat í varðhaldi.
– Týdningurin hjá stjóranum í hesum málinum er avgerandi, baði viðvíkjandi planlegging og útførslu. Um nakar kundi steðga lógarbrotunum var tað júst stjórin, verður m.a. sagt í dóminum sum m.a. eisini sipar til at Mikalsen eisini royndi at goyma virksemið fyri myndugleikunum. Hetta vísir eisini at Mikalsen alla tíðina hevur vitað at systemið sum hann var við til at byggja upp var ólógligt, siga dómararnir.
Torleif mathisen, dagligur leiðari í døtturfelagnum Havøysund Fiskeindustri, varð dómdur tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing.

Stig Ervik viðgekk
Tann triði persónurin sum var ákærdur í hesum málinum er Stig Ervik.
Hann er eisini nevndarlimur í Vest-Line sp/f, sum eigur frystu línuskipið West Freezer úr Miðvági. Norsku eigararnir í Vest-Line, sum Stig Ervik umboðar, eiga sambart roknskapinum hjá Vest-Line sp/f í minstalagið 25% av felagnum.
Stig Ervik fekk dóm sum samsekur, men kravið frá ákæruvaldinum um tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing var sett til til eitt ár og nýggju mánaðar tí hann viðgekk og hevur greitt frá sínum virksemið.
Men rætturin er ikki í iva um at Ervik eisini var við til at planleggja sølu- og leveringsavtalurnar meillum reiðaríði og Scanfish/HFI og at hann alla tíðiina var informeraður um og góðkendi tað sum fór fram.
– Forklaringene til fiskeskiperne i Ervik-gruppen virket samkjørte og lite troverdige. Dersom de var like lite forklaringsvillige i politiavhør som i retten, har det nok vært nødvendig med ett visst press, sier retten som peker på forklaringen la vekt på å skjerme Ervik og legge skylda på HFIs bryggeformann, verður sagt í tí álvarsama dómúrskurðinum hjá tingrættinum í Hammerfest.
 
Kelda: www.fiskerribladet.no