Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin tann 12. mars.
Tíðindaskriv frá maskinmeistarafelagnum:
Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin tann 12. mars.
Fyri vali til nevndina stóðu John Højsted og Jóan Petur Patursson og teir vórðu báðir afturvaldir.
Í nevndini í Maskinmeistarafelagnum sita:
·Páll Hansen, formaður,
·Regin Olsen, næstformaður,
·Jóhan Weihe,
·John Højsted og
·Jóan Petur Patursson.
Til tiltakslimir vóru í valdir
·Hans Ingvard Joensen og
·Petur Skeel Dahl.
Millum onnur mál á skránni var ásetan av limagjaldi og samtykt varð, at lækka limagjaldið hjá virknum limum úr 1,2 % niður í 1,1 %




