So er venjari funnin til 1. deild hjá KÍ, men hóast tað, so verður navnið ikki kunngjørt í kvøld og partarnir skulu leggja seinastu hond á verkið ímorgin.
Hvíti roykurin er nú komin úr KÍ høllini og eftir øllum at døma verður seinasta hond løgd á ein sáttmála ímorgin tíðliga, tí tað einasta nevndin vil siga í kvøld er, at : "Nevndin er samd um venjaraspurningin, vit skulu tosa saman aftur í morgin og meiri verður at frætta á heimasíðuni hjá KÍ á miðdegi ímorgin."




