Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag skipað seg

Tíðindaskriv

Norðoya Tjóðveldisfelag hevði aðalfund hósdagin 28. februar. Gott kjak og áhugaverdar viðmerkingar vóru til árið, ið fór, og til politisku støðuna. Eisini hevði Bergtóra Høgnadóttir eina gevandi framløgu um sínar royndir við at vera uppstillað.

Á fundinum var eisini val til nevndina. Jacquelin Gardar og Maria Kristina Smith stillaðu upp aftur. Nývaldur var Mortan Sólheim Thomsen. Gunnhild Dahl Niclasen og Lone Høeg Bejer hildu fram í nevndini. Guðrið Krúnufjall og Anfinn Hansen vórðu vald sum tiltakslimir.

Á fundi í gjár hevur nevndin skipað seg soleiðis. Jacquelin Gardar, forkvinna. Lone Høeg Bejer, næstforkvinna og aðalstjórnarumboð. Mortan Sólheim Thomsen, kassameistari. Maria Kristina Smith, skrivari. Gunnhild Dahl Niclasen, nevndarlimur