Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nevndin í Vinnulívsráðnum hevur skipað seg

John William Joensen

Nevndin fyri Vinnulívsráðið í Klaksvík varð, eftir uppskoti frá einum vælmøttum aðalfundi 23. mars, øll einmælt afturvald.

Vinnulívið:

Nevndin fyri Vinnulívsráðið í Klaksvík varð, eftir uppskoti frá einum vælmøttum aðalfundi 23. mars, øll einmælt afturvald.

Síðani tá hevur hon skipað seg og er óbroytt: Karl Birgir Isaksen, formaður, Hilmar Danielsen, næstformaður, Elsubeth Poulsen, peningarøkil, Rani Nolsøe og Heini Hansen. – Eykalimirnir eru eisini teir somu, Bjørghild Magnusson og Jákup Pauli Johannesen.

Vinnulívsráðið hevur verið rættuliga virkið, hevur havt fleiri netverksfundir og fyrilestrarkvøld ígjøgnum veturin.

Seinasta tiltakið áðrenn summarsteðgin verður í komandi viku fyri Vinnulívsráðslimum, har umboð fyri onkur onnur feløg og almennir stovnar eru boðin við.