Í tilmælinum verður mælt til, at feløgini verða løgd saman og at nýggja felagið eisini sleppur at standa fyri Skálafjarðartunnlinum
Sum Norðlýsið skilir, so hava nevndirnar fyri Norðoyatunnilin og Vágatunnilin gjørt eina tilráðing til Landsstýrismannin í Vinnumálum, Bjarna Djurholm, har feløgin bjóða seg fram til at standa fyri arbeiðinum at bora undirsjóartunnlar í Føroyum.
Tað er sera trupult at fáa nakran í tunnilsleiðsluni at úttala seg um málið – men frá politisku skipanini verður sagt, at nevndirnar fyri Vága- og Norðoyatunnilin hava gjørt eina tilráðing, sum eisini hevur fingið politiska viðgerð – tó uttan at nakað størvegis hevur verið frammi alment um hetta.
Nevndirnar fyri baði tunnilsfeløgini siga m.a. at tey baði feløgini teljast millum fíggjarliga sterkastu feløg í landinum og at tey meta tað verða rætt at feløgini verða løgd saman.
Síðani kundi nýggja sterka felagið staði fyri arbeiðinum at borða Skálafjarðartunnilin og Suðurleiðina.
Ein slík tunnilsgerð skal sambært nevndunum báðum verða ein sunn fíggjarlig íløga.
Sum Norðlýsið skilir er hendan ætlan umrødd á landsstýrisfundi og annars í politisku skipanini.
Hóast lítið og einki hevur verið frammi um hesa tilráðing, so hevur Bjarni Djurholm landsstýrismaður enn ikki givið loyvi til eitt privatfelag, sum arbeiðir við føstum sambandi millum Tórshavn og Skálafjørðin.
Fyri kortum grundgav landsstýrismaðurin í tingum fyri hesi drálan og segði m.a. at tað var umráðandi, at hann sum landsstýrismaður hugsaði seg væl um áðrenn hann tók ein so prinsipielt grundleggjandi avgerð, sum at loyva einum ávísum privatum felag at umsita part av almenna vegakervinum.
Hann samanbar málið við um eitt privat felag kom til landsstýrið og vildi hava landsstýrið at privatisera ávísan part av Atlantic Airways til eitt ávíst felag.




