Liverpool fer í dag at gera sáttmála við ein álopsleikara, sum seinasta kappingarár bleiv toppskjútti í Newcastle.
27 ára gamli Loic Remy var í fjør útleigaður til Newcastle frá QPR. Hann skoraði 14 mál í 26 Premier League dystum og bleiv toppskjútti hjá Newcastle. Í hansara sáttmála við QPR stóð, at hann kundi seljast, um nakað liðið bjóðaði 8,5 milliónir pund. Og tað er hetta, sum Liverpool nú hevur gjørt. Sostatt skal hann royna at fylla ein part av holinum sum stendur eftir, nú Luis Suarez er farin til Barcelona. Enskir miðlar siga, at Remy skal til USA í kvøld til læknakanning. Liverpool er saman við fleiri øðrum stórfeløgum á venjingarlegu í USA, har stór kapping byrjar seinni í vikuni. Kappingin kallast International Champions Cup 2014. Í bólki A eru Manchester United, Inter, Real Madrid og AS Roma. Í bólki 2 eru Liverpool, Olympiakos, AC Milan og Manchester City.




