Havi ferð eftir ferð víst á, at um ikki okkurt verður gjørt – So er stórur vandi fyri, at ein ólukka hendur í tunnlunum, norð um fjall.
Havi víst á nakrar loysnir:
Ljósreguleringar – Separera tungu ferðsluna frá tí løttu. o.s.v.
Hvat er frægast, kunnu vit tjakast um. Men okkurt má gerast?
Havi í drúgva tíð, heitt á mynduleikan, um at fáa ferðsluteljara í tunnlarnar, so vit kunnu staðfesta, hvussu stórur trupulleikin er. Sum at sletta vatn á gás. Sýnist sum mynduleikin, vil ikki ásannað kaosið.
Støðan er hon:
s.br.raðfestingunum fáa vit onga broyting í tunnlunum komandi 10 – 15 árini. Í dag koyra eftir meting eini 1500 akfør gjøgnum tunnlarnar um døgnið. Harav stórur partur, stór tung akfør. Tá Viðareiðis tunnilin er gjørdur ( íð teir vísu politikkarnir mettu, hevði hægri prioritet) – verður trýstið uppaftur størri.
Tí ein innilig áheitan á tykkum – íð kunnu gera okkurt.
Fáði fingurin út úr einum ávísum stað.
Áðrenn ein óbótalig ólukka hendur.
Vinarliga
Absalon í Buð




