Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neyðarróp eftir egnarum

Oliver Joensen

 Hevur tú hug at egna, so gott í teg, ring til Finnbjørn Vang á telefon 751422.

Lagið var ikki gott á Stongunum í morgun. Fyri at fáa reiðskapin egndan, so noyddust manningarnar á Kallanesi og Norðsøka í egningarskúrin í morgun. Vit vóru á útiróðri í gjár og komu seint aftur, so í egningarskúrin at egna reiðskapin aftur, tað er ein støða, ið ikki er haldbar. Hetta ger, at ein umhugsar álvorliga bara at gevast.

Kanska var lagið serliga ringt í egningarskúrinum. Men sjálvandi, tað er ikki ein støða, sum er nøktandi, tá ikki ber til at fáa reiðskapin hjá útróðrarbátunum egndan.

Tað mugu avgjørt vera fólk í Klaksvík, ið kunnu egna ein og tveir stampar av og á. 

Sum sagt, ring til Finnbjørn á 751422.