Minnilutin í Klaksvíkar Býráð heitir á býráðsformannin um at taka stig til at Klaksvíkar Býráð eisini verður við til at stuðla hjálpararbeiðinum í samband við tsunami-vanlukkuni
Bræv til borgarstjóran:
"Undiritaðu flokkar í Klaksvíkar Býráð vilja við heisum heita á Klaksvíkar Býráð um at veita stuðul til tey sum eru rakt av herviligu flóðalduni í landsynningspartinum av Asiu.
Okkara uppskot er, at Klaksvíkar Kommuna stuðlar við 20 krónum pr. íbúgva og at stuðulin verður latin til Reyða Kross.
Vinarliga
Býráðsumboðini hjá
Javnaðarflokkinum
Eyðgunn Samuelsen
Torleif Sigurðsson
Sjálvstýrisflokkinum
Kristian Eli Zachariassen
Sambandsflokkinum
Hans Arni Bertholdssen"




