Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neyðugt er at broyta skattaskipanina og breiðka inntøkugrundarlagið hjá Landskassanum

John William Joensen

Føroya Løgmaður er samdur við Landsbankastjóranum og Stjóranum í KJ-Hydraulik, at neyðugt verður at broyta skattaskipanina fyri at betra um føroyska kappingarføri.

Føroya Løgmaður er samdur við Landsbankastjóranum ogStjóranum í KJ-Hydraulik, at neyðugt verður at broyta skattaskipanina fyri atbetra um føroyska kappingarføri.

Stjórin í KJ Hydraulik, Ólavur Asafsson Olsen,sigur at føroysk virkir kunnu saktans kappast við norskar lønir, men tey kunnuikki kappast við teir skattafyrimunir sum føroyskir handverkarar fáa sumarbeiða í Norra.

Stjórin í KJ-Hydraulik segði m.a.:

Handverkarar sum arbeiða hjá okkum rinda 50% í skatti, menum teir velja at fara til okkara norsku kappingarneytar at arbeiða hava teir75% ella meira eftir av lønini. Hetta gevur sjálvandi okkara norskukappingarneytum ein stóran fyrimun. Og sum støðan er í løtuni er skattaskipaninbeinleiðis við til at undirgrava føroyska kappingarføri – og henda gongdin kannikki halda fram. Skattaskipanin má broytast og kanska burdu vitlíka stilla allar føroyingar við at lækka skattin við td. 25% oghækka MVG-ið uppá 50%, soleiðis at vit sum búgva og arbeiða í Føroymum høvdugoldið tað sama í landskassan sum áður, og tey sum arbeiða uttanlanda sostatteisini tóku lut í landshúsarhaldinum. KJ Hydraulik kappast hvønn dag viðútlendskar fyritøkur og hjá okkum er eingin trupulleiki at gjalda handverkarumgóða løn fyri gott arbeiði men tað sigur seg sjálvt at vit kunnu ikki kappastvið eina føroyska skattaskipan sum gevur útlendskum virkjum skattafyrimun ogharvið beinleiðis undir gravar føroyska kappingarføri.

Hetta er eisini fult í trá við tað sum stjórin íLandsbankanum førdi fram fyrr í vikuni og í morgun sigur Búskaparráði tað sama:

 …..frádráttir ogstuðulsskipanir, sum gera mun á vinnugreinum og borgarum í landinum.Tílíkar serskipanir eru ikki gagnligar fyri búskapin og gera tað torførtfyri føroyskt vinnulív at kappast við útlendskt vinnulívum arbeiðsmegina….

Broyta Skattaskipan og breiðka inntøkugrundarlagið.

Føroya Løgmaður er samdur við nógv av tí sum baðiLandsbankastjórin og búskaparráðið føra fram og hann heldur at hugskotið hjástjóranum í KJ-Hydraulik er sera áhugavert.

Tað er alneyðugt at vit fáa broytt skattaskipanina grundleggjandiog samstundis sum vit faa breiðka inntøkugrundarlagið hjá landskassanum.Sambandsflokkurin fór til val uppá at fáa broytt skattaskipanina og broytinginí skattastiganum var eitt stig á leiðini men broytti sum so einki í sjálvariskattaskipanini. Vit hava í Føroyum brúk fyri einari mobilari arbeiðsmegi og tídámar mær væl uppskotið hjá stjóran Í KJ-Hydraulik við at lækka skattinsoleiðis at vit líkastilla allar borgarar og í staðin hækka MVG-ið. Hetta eigurat verða nærri lýst áðrenn hetta verður sett í verk men eg trúgvi at vit havaframt eina broytting av skattaskipanin um eitt ár ella so. Hettar er alneyðugtog samstundis verða vit noydd til at breiðka um inntøkugrundarlagið og taðarbeiði er sett í gongd.

Harleyfacadeacryl