Í seinastu viku vóru nøkur gomul neyst í Víkunum niðurtikin
Frá umsitingini hjá Klaksvíkar Kommunu verður sagt at í fyrstu atløgu vóru neystini niðurtikin tí tey vóru í so vánaligum standi at tey vóru til ampa.
– Í løtuni verður arbeitt við at gera ein lokalplan fyri økið, men endalig avgerð er ikki tikin um hvat økið skal brúkast til í framtíðini.
Onkur gamal grindakaggi var millum óruddi og tað lugtaði ikki væl tá hesin var fluttur.
Gomul hvalvákn og onnur útgerð var eisini at finna og okkurt endaði á forngripasavninum.




