Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neyvan rætt at tvífalda skuldina hjá Landskassanum

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Jørgen Niclasen er sera trekur at gera viðmerkingar til málið um Skálafjarðartunnilin, vísandi til at løgmaður arbeiðir við málinum, men hann heldur tað neyvan verða skilagott at tvífalda skuldina hjá landskassanum.

Í samband við nógv umrødda málið um Skálafjarðartunnilin hevur verið bitið merki í at Fólkaflokkurin hevur verið sera tigandi, men sjálvur heldur formaðurin í Fólkaflokkinum at hetta ikki er rætt.

– Vit hava luttikið í orðaskiftinum undir fyrstu viðger í løgtinginum og vit hava eisini viðgjørt uppskotið hjá landsstýrinum og hava í samband við tað viðgerðina sagt at vit halda tað er skilabest at Skálafjarðartunnilin verður fíggjaður privat – so tað almenna kann arbeiða við Sandoyartunnlinum.

– Sjálvur haldi eg tað neyvan verða skilagott at tvífalda skuldina hjá landskassanum sum í dag skyldar góðar 3 mia. Kr. netto og tað eru sera ymiskar meiningar um Skálafjarðartunnilin. Serfrøðin sigur at gongur alt sum eftir ánni, so kemur hann at hava stórt yvirskot, men gongur alt skeivan veg so kemur verkætlanin at geva eitt stórt undirskot.

Harleywoodpaint