Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NGK – ein studentsútbúgving har tú lesur og býr í fýra londum.

Tíðindaskriv

Síðan 2019 hava næmingar kunnað søkt um upptøku á norðuratlantiska studentaflokkin, sum er eitt serstakt útbúgvingartilboð til næmingar úr Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, ið ynskja at uppliva norðuratlantiska økið og samstundis fáa eina studentsútbúgving.

 

Aftur í ár kunnu føroyskir næmingar søkja inn á norðuratlantiska studentaflokkinum, ið hevur sín egna náttúruvísindaliga vanga við lærugreinunum biotøkni, arktiskari tøkni, støddfrøði og alisfrøði.

Norðuratlantiski studentaflokkurin byrjar 1. árið á Gribskov Gymnasium, 2. árið er á Miðnámi á Kambsdali og á Verzlunarskóla Íslands í Reykjavík, meðan 3. árið er í Sisimiut. Sum næmingur í norðuratlantiska studentaflokkinum gongur tú í flokki saman við næmingum úr Íslandi, Føroyum, Grønlandi og Danmark tey trý árini, tú ert studentaskúlanæmingur. Tit verða ein savnaður flokkur, sum ferðast og gongur í skúla saman í teimum norðuratlantisku londunum.

Áhugaði í hesum spennandi útbúgvingartilboðnum kunnu søkja innan 1. mars við at senda eina grundgivna umsókn til post@gribskovgymnasium.dk og kambsdalur@kambsdalur.fo.