Týsdagin 28. mai 2013 skrivaðu Rógvi Josephsen frá NH Betong og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, undir ein heildarverkætlanarsáttmála um út- og umbygging av Klaksvíkar Svimjihøll.
Týsdagin 28. mai 2013 skrivaðu Rógvi Josephsen frá NH Betong og Jógvan Skorheim, borgarstjóri, undir ein heildarverkætlanarsáttmála um út- og umbygging av Klaksvíkar Svimjihøll.
Arbeiðið fevnir um at víðka høllina vestureftir og at betra um umstøðurnar til umklæðing og vælveru. Talan er um ein tilbygning, sum tilsamans verður einar 700 fermetrar. Arbeiðið er býtt upp í 3 byggistig, og tá ið seinasta byggistigið í apríl 2015 verður avhandað, verður samlaða gólvvíddin í Svimjihøllini einar 1600 fermetrar.
Samlaða íløgan, ið nú skal fremjast, er umleið 10 mió. kr., og parturin, sum NH Betong skal byggja, kostar 8,6 mió. kr. Síðan arbeiðið varð bjóðað út, hava samráðingar verið við NH Betong, og nú sáttmálin er undirskrivaður, kann sjálvt byggiarbeiðið byrja. Í sambandi við byggingina hevur kommunan gjørt avtalu við Kristian Rasmussen, verkfrøðing, um verkætlanarleiðslu, byggileiðslu og fakeftirlit.
Spennandi heildarætlan fyri Klaksvíkar Svimjihøll
– Eg fegnist um, at sjálvt byggiarbeiðið nú byrjar, tí hetta er ikki bert ein víðkan, men eisini ein partur av einari spennandi heildarætlan fyri svimjihøllina, sum bæði fer at gera umstøðurnar betri hjá fólki at brúka høllina, og ikki minst fer hetta at geva rúm og umstøður til nýtt frítíðar- og vælveruvirksemi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
– Tær útbyggingar og broytingar, sum higartil eru gjørdar, hava gjørt Klaksvíkar Svimjihøll til eitt sera attraktivt stað at vitja, sum vit eisini síggja aftur í stóra talinum av vitjandi, og tá ið henda heildarætlan er liðugt framd í 2015, fer svimjihøllin at bjóða brúkarunum enn fleiri møguleikar og munandi betri umstøður, sum hóska einum veitara innan frítíð, íðkan, ítrótti og vælveru, segði borgarstjórin í samband við at sáttmálin varð undirskrivaður.




