NHR hevur manning við í ár, har Ritan við kvinnum er við eftir at teir annars høvdu ætlað at mannað Sundabátin. – Vit vænta at gera stór framstig gjøgnum árið, sigur bátsforkvinnan.
NHR hevur manning við í ár, har Ritan við kvinnum er við eftir at teir annars høvdu ætlað at mannað Sundabátin. – Vit vænta at gera stór framstig gjøgnum árið, sigur bátsforkvinnan.
Tá vit nevna Norðdepils Hvannasunds Róðrarfelag(NHR), so hugsa tey flestu helst um nakrar FM sigrar hjá monnunum umborð á 6-mannafarinum Sundabátinum fyri nøkrum árum síðani. Sundabáturin vann FM í 2004, 2007 og 2008. Men NHR eigur eisini eitt 5-mannafar, har tað í 2006 eisini eydnaðist dreingjunum at vinna FM. Ritan rør í ár, men hesaferð er tað við kvinnumanning.
Koyra langt at venja
Bátsforkvinna umborð á Rituni er Maibritt Waag Høgnesen. Hon sigur, at talan er um eina blandaða manning, har fleiri reisa langt fyri at venja.
– Vit hava eina blandaða manning. Tríggjar okkara eru úr Norðoyggjum, ein er úr Lamba, ein er av Argjum, ein úr Havn og ein er úr Sandvík, men býr í Havn. Vit skiftast at koyra norð til venjing, og hvør venjing við koyring norð og til Havnar aftur tekur uml. 5 tímar, sigur Maibritt og leggur afturat, at tær umborð hava ógvuliga ymiskar kappróðrar royndir.
– Onkur hevur royndir í 1 ár og onkur í 11 ár, so tað strekkir seg langt. Tríggjar av okkum róðu saman við Lómi í fjør og hava hildið okkum í gongd síðan seinasta kappingarár við tí fyri eyga at manna Sundabátin í ár. Ein okkara hevur ikki róð seinastu árini av tí, at hon hevur verið í Danmark í lestrarørindum, men hevur annars róð í fleiri ár í AR. Róðurskvinnan hevur sjálv róð barnaróður við Rituni fyri nøkrum árum síðan. Tvær skuldu upprunaliga rógva við Sølmundi í ár, men komu umborð til okkum, tá ið tær ikki sjálvar fingu mannað bát, og vit manglaðu fólk. Tann síðsta kom umborð fyri fáum døgum síðan og tann dagin høvdu vit eisini okkara fyrstu venjing umborð við Rituni, sigur bátsforkvinnan.
Ikki optimalar umstøður
Fyrireikingarnar til kappingarárið hava verið so sum so, tí Maibritt og hinar skulu av fyrstan tíð rógva við Sundabátinum, men hava skift bátastødd í seinastu løtu.
– Byrjanin uppá róðrarárið hevur verið rokalig við útskifting av fólki og óvissuni um, hvørjari bátastødd vit skuldu rógva í. Vit ynsktu at rógva við 6-mannaførum og hava vónað at onkur bátur fór at koma aftrat okkum í 6-mannaførum. Men tá ið tilmeldingarfreistin var úti, vóru tað bert vit, og tí noyddust vit tíverri at skifta til 5-mannafør. Tað vóru vit sera keddar um. Ikki bert tí at vit ikki sleppa at rógva við Sundabátinum, men eisini tí at tað fyri kappróðurin merkir, at ein bátastødd hjá kvinnum fellur burtur í ár, sigur hon.
Skulu mennast gjøgnum árið
Tá vit koma inná málsetning, so sigur Maibritt, at umstøðurnar seinastu tíðina gera, at tað helst verður seinni í ár, at Ritan fer at gera um seg.
– Tað er ringt at spáa um úrslit, áðrenn vit hava kappast. Av tí at tað er so stutt tíð síðan vit fingu nýggja kvinnu umborð og fóru úr Sundabátinum og umborð á Rituna at rógva, so er ymiskt, sum enn ikki er komið heilt uppá pláss hjá okkum enn. Vit vænta og vóna tí at gera stór framstig gjøgnum árið, sigur Maibritt Waag Høgnesen at enda.
Manningin
Tær sum manna Rituna eru: Lydia Hvannastein, Ingibjørg Thomsen, Maibritt Waag Høgnesen, Jóna Livarsdóttir Nysted, Anna Arnfríðudóttir Andresen, Elsa Magnussen og Inga Weihe. Sum partur av fyrireikingunum til Norðoyastevnuna, so hevur Ritan eisini vant í Klaksvík, har myndirnar eru tiknar fyri fáum døgum síðani.




