Niclas Heri Jákupsson, sum í 17 ár hevur staði á odda fyri jólaskipinum, fer ikki at samskipa Jólaskipið í ár.
Eg havi saman við øðrum góðum kreftum roynt at hildið lív í hesum fólksliga tiltaki – nú er tíðin komin at onnur við frískari orku, og nýggjum hugskotum koma til.
Í 17 ár hevur Niclas Heri staði á odda fyri Jólaskipinum í Klaksvík, men fyrr í ár tók Niclas Heri eina greiða avgerð.
Tey seinastu mongu árini havi eg følt ábyrgd fyri hesum stóra tiltaki. Saman við nógvum øðrum góðum kreftum, havi eg brúkt nógva tíð og orku fyri at samskipa hendan hugnaliga dag. Eg haldi tíðin er komin at lata onnur, við frískari orku og nýggjum hugskotum koma til. Eg havi eisini eina 2 ára gamla dóttur, sum eg ynski at njóta hendan dag saman við. Eg vil ikki hava at hon skal uppliva ein pápa, sum ikki hevur tíð til hana ein slíkan vakran dag. Eg haldi eisini at Jólaskipið er komi til ein krossveg, har vit eiga at seta okkum niður, at endurskoða alt tiltakið, fyri síðani at gera tað nógv størri og betur.
Emil átti hugskotið
Tað var í 1990 at eg og Emil sótu uppi hjá foreldrunum hjá Emil og hugsaðu um, hvussu lítið hendi í Klaksvík á jólum. Hugflogið fór við okkum, og vit avgjørdu, at vit áttu at taka ábyrgd og sjálvir samskipa okkurt spennandi uppundir jól. Eg helt, at tað vildi verða hugnaligt um 20 jólamenn komu oman úr fjøllunum, fyri síðan at møtast mitt í býnum, men Emil helt, at av tí at okkara livibreyð kom uttan úr havi, so áttu eisini jólahugnin og jólapakkarnir at koma hiðani frá.
Vit avgjørdu so at gera okkurt við hetta, og 2 dagar eftir at avgerðin var tikin, lýstu vit í Útvarp Føroya, at jólamenninir komu við báti inn eftir Klaksvíkini 21. desember 1990 – kl. 16. Hetta var við plastikbátinum hjá pápa mínum. Vit blivu sjálvandi sera bilsnir tá vit sóu hvussu nógv fólk tóku ímóti okkum, og avgjørdu longu sama dag, at hetta skuldi endurtakast. Tað sum eg minnist serliga við hesum fyrsta tiltaki, var at vit mundi rent á stórukaj. Tað var so myrkt og vit vóru so spentir og glaðir – og tá vit eina lítla løtu vóru óansnir, so var tað uppá hangandi hár, at báturin við fullari ferð ikki rendi á stóru-kaj. Gud vit hvussu vit høvdu klára okkum, á sjónum við jólaklæðum og jólaskeggi?
Nógv hava hjálpt til
Øll hesi 17 ár hevur Niclas Heri ikki verið einsamallur um hetta tiltak. Nei, sigur Niclas Heri. Tað hava verið ómetaliga nógv fólk sum hava hjálpt til. Eg tori ikki at byrja at nevna nakran, men tað kemst ikki undan, at fólkini umborð á Ågot, øll tey seinastu 10 árini, hava gjørt tað størsta arbeiði. Umframt at hava latið eitt heilt skip til, so hava teir ídnir gjørt skipið hugnaligt – bæði fyri áskoðararnar og fólki umborð. Eg kann heldur ikki lata verða við at takka øllum teimum sum hava hjálpt til at seta sín dám á hendan dag. Her hugsi Klaksvíkar Hornorkestur, skótarnir, Klaksvíkar Sløkkilið, Ambulansutænastuna, vegadeildin hjá Klaksvíkar Kommunu o.s.fr. Hvørt ár hava vit fingið góðan stuðul frá fyritøkum, peningastovnum og reiðarríðum, og høvdu vit ikki kunna gjøgnumført hetta stóra tiltak, uttan hesa hjálp. Nógvir jólamenn skulu hvørt ár til, og nakrir jólamenn hava verið so óførir, at teir hava luttikið hvørt tað einasta ár. Tað eru sjálvandi ein rúgva av fólkum, sum hava givið tiltakinum nógv, og sum hava víst ábyrgd, tá á hevur staði, og tí eri eg ikki í iva um, at tiltakið fer at yvirliva uttan meg. Annars skal borgarstjórin og hansara fylgið hava eina serstakliga tøkk, fyri sera góðan stuðul – bæði moralskan og fíggjarligan.
Jólaskipið og framtíðin
Ein orsøk til at eg ikki verið longur millum tey sum fyrireika hetta tiltak, er at eg føli at eg ikki havi tíð og orku, at gera tað enn størri og betur. Eg haldi eg veit hvat skal til, men tíverri havi eg aðrar uppgávur, sum fylla so nógv, at stundir ikki verða til at lyfta jólaskipið enn høgri upp. Um eg helt á fram, so hevði eg gjørt tað enn størri og betur. Eftir løtuna á fótbóltsvøllinum, hevði eg haft eitt stórt tiltak úti í Grøv, har jólamenn kundi selt jólatrø, gløgg, vaflur, pannukapur og kaffi. Tað hevði verið ótrúliga hugnaligt um vit norðoyingar, hvørt ár kundi gingið út til eina væl pyntaða Grøv og keypt jólatrø frá jólamonnunum. Eisini hevði eg ynskt fingið skúlabørnini meira við. Tey kundi t.d. gjørt haft eitt bíbilsk tema, í einari evnisviku uppundir jól, og framført hendan leik í skrúðgonguni á veg niðan á vøllin. Eisini haldi at gávum børnini fáa, kundi verið meira hugnalig. Alt gott um góðgæti og apelsinir, men hvat við at fáa tey gomlu á hesum ymisku heiminum, at gjørt hvørja tí einastu jólagávu og pakka hana niður, við bandi og sloyfu á. Men lat okkum nú vóna, at jólaskipið kemur inn eftir Klaksvíkini nógv ár framyvir. Tað eru ótrúliga nógv fólk sum føla ábyrgd fyri hesum degi, og um fleiri leggjast afturat, so verður hetta framhaldandi eitt gott og hugnaligt tiltak fyri Klaksvíkina.




