Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nicolina Dahl: Gerðabøur og býarskipanin

Norðlýsið

Nicolina Dahl heitir inniliga á allar klaksvíkingar: gerið vart við tykkum!

"Farið um jól og trettanda er,

nú dagarnir fara at dragna.

Tá vita vit fram móti vári tað ber,

tá vetraródnin man tagna."



Nú dagarnir so smátt eru farnir at leingjast, og jólini farin aftur um bak, leita tankarnar aftur til málið um Gerðabø. Síðan borgarafundur varð hildin 5. oktober hevur merkiliga lítið verið at hoyrt um nýggju býarskipanina. Ætlanin við borgarafundinum var, um eg havi skilt tað rætt, at kunna og birta upp undir kjak millum borgararnar og eggja teimum til at lata býráðið vita, hvat borgarin heldur um málið. Fjølmentur borgarafundur var hildin, men úrslitið varð, at kjakið steðgaði upp!



Borgarafundurin vísti annars eina býarskipan, sum ikki var serliga ítøkilig, men rættiliga professionelt løgd fram og sniðgivin, hóast ein kundi undra seg á, at tað skuldi vera neyðugt at vísa alt hetta tilfar á donskum "Borgermøde i Klaksvig" – tað hoyrir líka sum eini aðrari øld til. Eg ivist onga løtu í, at tey, sum hava staðið á odda fyri nýggju býarskipanini, eru dugnalig til sítt arbeiði, men kortini tykist mær, at har var nakað sum vantaði: Har vantaði innlit í søgu, siðsøgu og mentan her á staðnum, har vantaði innlit i veðurlíkindi her á staðnum og har vantaði bart út sagt hjartalagið fyri býnum! Og tað er sjálvandi ov nógv kravt av fremmandum serfrøðingum, at teir skulu hava nakað hjarta fyri okkara heimstaði, men av býráðslimunum, sum vit hava valt, mugu vit krevja, at teir arbeiða út frá okkara felags tokka til heimbý okkara!



Eg fari inniliga at heita á allar klaksvíkingar: gerið vart við tykkum! Býráðsumsitingin hevur givið okkum møguleika fyri at fara inn á heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu og siga, hvat vit halda! Nýtið øll hendan rætt og sigið tykkara meining. Tað nyttar onki at koma aftaná og siga, hvussu tað heldur skuldi verið. Tað er at siga, tað ein hugsar, nú, meðan vit hava møguleika fyri at ávirka úrslitið.



Í vetur hevur verið talað um nýggja vegaføring norð um fjall, um møguligt berghol gjøgnum Kjølin og/ella veg undir Kjølinum allan vegin norður móti Grønabóli. Tað tykist løgið, at tað skal vera neyðugt, men um so er, so eru fyrilit at taka í Gerðum! Gomlu toftirnar, sum durva oman á søguni um ein tann størsta sorgarleik, sum hevur verið her á leið, mugu undir øllum umstøðum hava fyrstu raðfesting. Tær mugu ikki skalast!!



Eg haldi framvegis, at okkum tørvar fríøkið á Gerðabø og orka ikki at missa tað. Tað er neyðugt fyri trivnaðin her í býnum og fólkaheilsuna. Latið okkum taka lógvatak saman um at fáa hendan bø friðaðan fyri eftirtíðina, so at eisini tey, sum koma aftan á okkum, kunnu njóta hetta framúr vakra økið.



Sagt hevur verið, at tað ber ikki til at steðga framburðinum. Tað er eitt argument, sum er ringt at afturvísa, men eg sigi bara: Um tað er einasti framburður, menn kunnu hugsa sær, at byggja enn ein handilsrisa her í býnum, so meldi eg pass! Tað er tað seinasta vit hava brúk fyri! Her eru ríkiligt av handlum, alt fæst, sum okkum tørvar, handlar lata aftur, hví skulu vit so ofra okkara nátúruvakrasta øki til enn ein handil? Tað er ikki framburður, tað er onki annað uttan fyrilitarloysi!



Rikið hevur verið fram undir, at vit áttu at farið at savna undirskriftir enn einaferð. Um onkur er, sum heldur, at undirskriftsinnsavning er ein møguleiki, eru tey væl komin at seta seg í samband við meg.



Tað er nú, vit skulu gera vart við okkum! Kom í gongd!

Ndahl@post.olivant.fo